Dømdir fyri fíggjarsvik: Misteinkiliga nógvar hjálparvenjarar

Danskt felag hevur í dag fingið harða revsing fyri at hava roynt at snýtt í skatti

Danska felagið, Odder í triðbestu donsku deildini, hevur í dag fingið revsing. Orsøkin er tann, at felagið hevur skrásett misteinkiliga nógvar hjálparvenjarar, sum ikki upprunaliga hava verið tað allíkavæl.

 

Heimasíðan hjá DR skrivar at hóast fleiri av spælarunum vóru skrásettir sum hjálparvenjarar, var rollan hjá teimum í felagnum einans at spæla á besta liðnum. Teir vóru skrásettir sum hjálparvenjarar fyri at fáa fíggjarligar ágóðar.

 

Millum annað hava hjálparvenjarar í Danmark fyrimun við sokallaðum koyripengum, men tá nú danska disciplinerinstansin hevur kannað fleiri av leikarunum, eru tað fleiri av teimum, ið hava verið skrásettir, ið ikki eingongd eiga bil.

 

Odder hevur fingið harða revsing fyri gerðina. Felagið hevur fingið trekt 12 stig av stigatalvuni, umframt at felagið skal rinda eina bót á 100.000 krónur. Harumframt hava tíggju leikarar eisini fingið persónliga bót, meðan aðrir leikarar eisini verða sektaðir við leikbannum.