Dømdir fyri bumbuyvirgang

Ein bretskur dómstólur hevur dømt tríggjar menn sekar í at hava havt ætlanir um bumbuyvirgang í London. Rættarmálið ímóti teimum trimim monnunum, sum eru 25, 26 og 29 ára gamlir, byrjaði fyri seks mánaðum síðani

Sambært úrskurðinum hjá rættinum ætlaðu teir at spreingja fleiri bumbur ymsastaðní í London tann 21. juli í 2005. Atsóknin var ætlað at vera meinlík henni, sum 14 dagar frammanundan kravdi 52 mannalív í London.

Tað eydnaðist ikki teimum trimum at spreingja bumburnar. Í rættinum greiddu teir frá, at tað var heldur ongantíð ætlan teirra, men at teir bara ætlaðu at vísa sína misnøgd við kríggið í Irak.

Ta frágreiðingina góðtók rætturin ikki.