Ein 40 ára gomul kvinna og ein 32 ára gamal maður vórðu fríggjadagin í Føroya Rætti dømd tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava framt brot ímóti børnum sínum.
Tey ákærdu og verjarnir gjørdu av at skjóta málið inn fyri Eystara Landsrætt. Bæði viðvíkjandi revsingini og skuldarspurninginum.
Dómurin er ein hin harðasti í slíkum málum í Føroyum. Rætturin gjørdi eisini av, at tey skuldu vera verðandi í varðhaldinum, meðan Landsrætturin hevur málið til viðgerðar.
Verjarnir mótmæltu hesum og skutu avgerðina inn fyri Eystara Landsrætt, sum kemur til Føroya um góðan mánað.
Bæði fólkini hava verið í varðhaldi, síðani november 1999.
Blóðskemd
Dómurin er ikki so harður, sum hann kundi verið sambært ákæruritinum. Hetta kemst m.a. av, at maðurin ikki er funnin sekur í at hava havt samlegu við ein son hjá kvinnuni. Hetta metir Føroya Rættur ikki er prógvað. Heldur ikki er prógvað, at kvinnan skal hava hótt dóttur sína við at drepa hana, tá hon hevði kynsligt samband við hana. Sostatt vórðu maðurin og kvinnan frídømd í hesum báðum ákærum.
Men hinvegin, so eru tey dømd fyri annað kynsligt samband, enn samlegu, við børn yngri enn 12 ár og fyri blóðskemd.
Talan er um 4 børn, sum øll eru avhoyrd. Umframt eru 3 vitni avhoyrd.
Sjónband
Avhoyringarnar av tveimum av børnunum vóru gjørdar frammanundan rættarfundinum, og vóru tær so vístar á sjónbandi í rættarhølunum.
Ákærarnir kravdu 3 ára fongsulsrevsing. Verjarnir kravdu frídøming, tí tey ákærdu noktaðu seg sekan í ákærunum.
Ákærur og eisini dómurin umfata kynsligt samband við eina gentu og 3 drongir. Kvinnan er dømd fyri at hava havt kynsligt samband við tveir dreingir, sín egna son og sonin hjá manninum og við dóttir sína.
Maðurin er dømdur fyri brot ímóti øllum dreingjunum. Sínum egna soni og tveimum hjá kvinnuni.
Brotini ímóti børnunum eru nógv í tali og eru framd frá 1990 til 1999.
Ynsgta barnið var um 5 ára aldur, tá brot varð framt.
Endurgjald
Rætturin gjørdi av, at maðurin og kvinnan skulu gjalda einum drongi 15.000 krónur í endurgjaldi og hinum báðum 30.000 krónur hvør.
Umframt skal kvinnan gjalda dóttur síni 30.000 krónur í endurgjaldi.
Umframt er sakarmálskostnaður, 37.500 krónur og 50.000 krónur til verjar.
Kelda: Útvarp Føroya