Danski boksidómarin Søren Saugmann sleppur ikki at døma altjóða dystir fyribils. Tá Rudy Markussen herfyri boksaði móti Sergey Tatevosyan sýndu sjónvarpsmyndirnar, at Saugmann tosaði í fartelefon undir dystinum, og tað var nú ikki tað skilabesta at gera. Enn er málið ikki viðgjørt av europiska nevaleikasambandinum, men til hetta er gjørt, er semja um, at Saugmann ikki skal døma nakran dyst.