Dómarin: Tí gav eg ikki kort

Kári á Høvdanum greiðir her frá rokinum rundan um sigursmálið hjá B36

Tað var dramatikkur, tá B36 í gjár vann 1-0 á EB/Streymi í 21. umfari í landskappingini. Málið kom ikki fyrr enn í yvirtíðini, og sum myndirnar eisini vísa, so var rokaligt í løtuni eftir málið. Eina løtu hildu B36 spælararnir, at dómarin hevði kolldømt málið.

 

Les eisini: Samandráttur frá dystinum (KVF)

 

- Tað sum hendir er, vit halda at tað er brotsspark, tá Eli F. Nielsen verður feldur, men so kemur Meinhard E. Olsen og skjýtur bóltin í málið. Eg bríksli fyri mál og peika móti miðjuni. Meiningin var at vísa, at talan var um mál, men spælararnir hjá B36 misskiltu tað, sigur Kári á Høvdanum, sum var dómari.

 

Síggj myndir frá hendingini undir greinini

 

Hann vísir á, at tað er einki tekn – sambært lógini – sum dómarin skal gera, tá eitt lið skorar. Úr EB/Streymi leguni helt onkur fyri, at dómarin hevði bríksað áðrenn bólturin fór í málið, og tískil skuldi talan verið um botsspark, men tað avsannar dómarin.

 

Les eisini: (Rás2) Rógvi E. Nielsen: Dømingin er í ordan

 

- Bólturin er farin í málið, tá eg bríksli, men rættast hevði nokk verið at bara runnið fram móti miðjuni, sigur Kári á Høvdanum.

 

Einki kort fyri rokið

Í sekundunum eftir at bólturin er farin í málið er rok. Fleiri spælarar hjá B36 eru í øðini, tí teir halda at dómarin hevur bríksað fyri frísparki. Sum myndirnar eisini vísa, so tekur B36 spælarin, Høgni Eysturoy, í dómaran, sum tó ikki valdi at geva nakað kort eftir rokið.

 

Les eisini: (Rás2) Meinhard E. Olsen: Soleiðis upplivdi eg støðuna

 

- Eftir reglugerðini, so skulu nøkur kort fella í hesi støðuna. Eg haldi ikki at vit – dómararnir – hava skapt støðura, men eg skilji umstøðurnar, tí B36 splælararnir halda, at eg havi dømt fríspark til EB/Streym. Og tá hevði eg kolldømt eitt mál stutt frammanundan. So tí vóru teir helst eyka argir hasa løtuna, sigur Kári á Høvdanum og leggur afturat.

 

- Eg upplivi ikki støðuna við Høgna Eysturoy so ógvusliga. Eg bukki meg undan og tað er tað. Onkur fer at siga við meg, at eg skal geva kort har, men eg haldi ikki tað er so ógvusligt, sigur Kári á Høvdanum, sum annars kom væl frá uppgávuni í Gundadali í gjár.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen, liðskipari hjá EB/Streymi, var vónbrotin eftir dystin, men helt fyri at dømingin í hasi støðuni var røtt, tá hann tosaði við Rás2 eftir dystin.