Dómarin sligin og rýmdur úr Parkini

Grannauppgerðin í Parkini millum Danmark og Svøríki endaði í roki uttan at dysturin varð spældur liðugur.

Støðan var 3-3, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Svøríki. Í somu støðu varð danski miðvallarin Christian Poulsen vístur av vøllinum, tí hann skuldi hava sligið ein av svensku spælarunum í búkin.

Áðrenn tað bar til at avgreiða brotssparkið, leyp ein áskoðari inn á vøllin og slerdi dómaran. Òhefti maðurin kom fyri seg aftur, men gjørdi av at fara av vøllinum saman við hjálparmonnunum. Ivaleyst mundi hann ikki kenna seg tryggjan, tá ið eftirlitið ikki var betri, enn tað vísti seg at vera.