12. desember 2007 sendi Fuglafjarðar kommuna eitt bræv til Havsbrún har boðað verður frá, at frá 1. januar 2008 fer kommunan at leggja eitt vørugjald á ta rávøru, sum Havsbrún tekur ímóti.
Undan hesum hevur uppisjóvarfiskur verið undantikin vørugjaldi, men av tí at útbyggingar standa fyri framman hjá kommununi verður mett, at tað er rímiligt, at eisini hesin vørubólkur skal rinda vørugjald.
Samrøður og fundir eru millum kommununa og Havsbrún, og sambært stjóranum á Havsbrún, Berguri Poulsen, sissar borgarstjórin, Sigurð Simonsen, við teirri grundgeving, at hetta vørugjaldið ikki fer at merkjast hjá Havsbrún, tí skipini skulu gjalda.
Hetta kennist borgarstjórin tó ikki við og sigir seg ongantíð hava sagt, at tað eru skipini, sum skulu gjalda. Sakførarin hjá kommununi vísti eisini á, at tað er vanlig siðvenja, at móttakarin av einari vøru er tann, ið skal gjalda vørugjaldið.
Havsbrún førdi í rættinum fríggjadagin sum vitni Hartvig Joensen, sum er leiðari av ráfiskadeildini hjá virkinum. Hann var til staðar á einum av fundunum millum kommununa og leiðsluna í Havsbrún, og har váttaði hann pástandin hjá sjtóranum um, at tað skuldi verða skipini, sum rindaðu vørugjaldið. Hann nevndi eisini ítøkiligt tveir av stóru reiðarunum, sum borgarstjórin nevndi skuldu rinda nøkur oyru aftrat.
Omanfyri milliónina
Kommunan førdi í sínum lagi kommunuskrivaran sum vitni, og hann kundi vátta, at tað ongantíð hevði verið annað upp á tal, enn at tað var Havsbrún, ið skuldi rinda vørugjaldið fyri uppisjóvarfiskin.
Toganin er tí, hvør er rætti móttakarin til hetta vørugjaldið er, og sum nevnt vísti sakførarin hjá kommununi á, at tað ikki bara í Føroyum, men eisini í okkara grtannalondum er siðvenjan soleiðis, at tað er móttakarin av vøruni, sum rindar vørugjaldið.
Havsbrún á sínari síðu heldur fast um, at av tí at virkið ikki keypir fiskin fyrr enn hann er pumpaður í tangarnar, eru tað skipini og ikki Havsbrún, sum skal rinda vørugjaldið.
Fuglafjarðar kommuna hevur fleiri ferðir rykt Havsbrún eftir tonsatalinum, sum teir hava tikið ímóti, men hetta hevur Havsbrún ikki verið áhugað í at upplýsa. Tann rokningin, sum síðani er send virkinum er tí bygd á mett tøl, og komið er fram til eina upphædd, sum er omanfyri milliónina.
Men Havsbrún vísir aftur, at teir skulu gjalda, ikki minst út frá útsagnum hjá borgarstjóranum um, at hetta vørugjaldið ikki skal raka virkið, men skal koma frá skipunum.
Hesar útsagnir verða tó afturvístar av borgarstjóranum sjálvum, og sakførarin hjá kommununi vísir eisini á, at uttan mun til hvat borgarstjórin annars skal hava sagt, so er tað avgerðin hjá kommunustýrinum, sum telur í hesum førinum.
Royna seming
Málið var fyrstu ferð fyri í Føroya Rætti 3. desember, men varð útsett til fríggjadagin, tí sakførarin hjá Havsbrún hevði ikki fyrireikað seg til alt málið, men bert upp á spurningin um, hvør rætti móttakarin av rokninginin er.
Tað var tó gjørt av, at hesin spurningurin var so tengdur at restini av málinum, at alt mátti takast í einum, og tí varð málið upp aftur tikið fríggjadagin.
Sum so ofta í slíkum borgarligum málum heitti dómarin á partarnar um at royna seming. Hann segði, at kommunan og Havsbrún eru so knýtt hvør at øðrum, at best hevði verið, um partarnir kundu funnið eina semju í málinum.
Báðir partar søgdu seg vera sinnaðar at royna hetta, og av tí at kommunan hevur bygdarráðsfund 28. januar, varð freistin sett til 1. februar at finna fram til semjuna.
Dómarin skjeyt upp, at kommunan kanska kundi ásett vørugjaldið at koma í gildi seinni, tí skotbráið frá 12. desember, tá brævið til Havsbrún varð sent, og til 1. januar, tá vørugjaldið kom í gildi, var ikki serliga langt.
Kommunan hevur síðani sett eina nýggja vøruskrá í gildi galdandi frá 1. mai 2009, og dómarin helst tí, at tað kanska hevði veirð eitt passaligt høvi at lata vørugjaldið koma í gildi tá, ella kanska enn seinni.
Dómarin legði kortini dent á, at tað er ikki vist, at hetta verður ein møguligur dómur, finna partarnir ikki eina semju. Og tað hava teir so freist til fram til 1. februar.










