Dómarin í Porto dømdi U19 EM-finaluna

31 ára gamli Srđan Jovanović úr Serbia skal døma HM-undankappingardystin millum Portugal og Føroyar hóskvøldið

 

 

Tað verður ein hampuliga royndur dómari úr Serbia, sum skal døma HM undankappingardystin millum Portugal og Føroya í Porto, hóskvøldið klokkan 19.45.

 

Srđan Jovanović úr Serbia, sum er 31 ára gamal skal døma dystin. Hansara hjálpardómarar verða Milan Mihajlović og Uroš Stojković.

 

Srđan Jovanović dømdi EM U19-finaluna millum Portugal og Ongland í EM-endaspælinum, sum var í Georgia í fyrru helvt av juli mánað. Ongland vann finaluna 2-1. 

 

Annars eru hetta royndirnar, sum Srđan Jovanović hevur sum dómari. Tær eru ikki heilt fáar, men hann hevur bara dømt ein A-landsdyst higartil. Staðfestast má, at Srđan Jovanović ikki er so íðin eftir at geva tað reyða kortið. 

 

Altjóða vinardystirDystirGul kortGul/ReyðReyð kort
201614--
14--
U21 EURO undankappingardystirDystir
2015/201629--
29--
U19 EM endaspælDystir
2017  Georgia3151-
3151-
U19 EURO undankappingardystirDystir
2016/2017261-
2015/201626--
U17 EURO undankappingardystirDystir
2014/20152---
2---
Champions League undankappingardystirDystir
2017/201814--
14--
Europa League undankappingardystirDystir
2017/201817--
2016/201727--
2015/201614--
418--
Super Liga (Serbia)Dystir
2017/201834--
2016/2017 Meistaraspæl12--
2016/2017 Uppflyting28--
2016/20171671-2
2015/2016 Meistaraspæl15--
2015/2016 Uppflyting2711
2015/2016137921
2014/20151156-1
4923235
Kup Srbije (Serbiska steypakappingin)Dystir
2016/201713--
2015/2016210--
313--
UEFA Youth LeagueDystir
2016/2017271-
2015/2016151-
3122-