Ein dómari í lægru deildunum í Noregi fekk av at vita frá einum spælara um vikuskiftið. Tað var í einum dysti í Rogalandi, at ein spælari gjørdist sera illur um eitt brotsspark, sum varð dømt ímóti honum. Hann skeldaði og koyrdi undir dómaran, og tað vildi dómarin ikki finna seg í og gav honum reyða kortið. Tá smekkaði spælarin til dómaran og rakti hann í bringuna. Dómarin misti vitið av slagnum í einar tveir minuttir, men kom fyri seg aftur og dømdi dystin lidnan. Hann hevur ikki gjørt meira við málið, men spælarin varð burturvístur av leikvøllinum, skrivar Verdens Gang.