Í vali av ellivu teimum fyrstu hava KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen og NSÍ venjarin Allan K. Jepsen signalerað, at teir leggja nógv fyri í royndini at vinna seg víðari úr fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
Nú er greitt, at tað verður eingin fótbóltur í Klaksvík í dag, har fótbóltslíkindini eru av teimum fagrastu. Dómarin, Petur Reinert, hevur boðað frá, at annað málið er so mikið illa farið í kavarudding, at tað ikki lýkur ásettu krøvini. Talan er um ein lítlan skavank á einum málstólpa.
Tað ber ikki til í handavend at fiksa tað, ið ikki er sum tað skal vera, og so er avrátt, at dysturin verður týskvøldið klokkan 19.
Ætlanin var, at hesir skuldu manna liðini í Klaksvík í dag
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
NSÍ: Tórður Thomsen - Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft - Mikkel Jakobsen, Tróndur Jensen, Betuel Hansen, Jacob Trenskov - Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen