TB-B36
Dagfinn Olsen, sum var 23. maðurin á Sevmýri sunnudagin, hevur sent FSF frágreiðing um dystin, sum kann fara at vísa seg at hava óhepnar avleiðingar fyri heimaliðið.
- Talan var um uppgerð, ið gekk fyri seg í rættuliga góðum ítróttarligum anda. Í yvirtíðini fekk Jon Johannesen reytt kort, tí hann tveitti bóltin eftir hjálparvenjaranum hjá B36. Sambært ásetingunum skal hetta roknast sum harðskapur í fótbólti, sigur Dagfinn Olsen, sum hevur lagt meiri afturat í frágreiðingini.
- Tá ið eg hevði bríkslað fyri síðstu ferð, kendi eg meg hóttan. Eg varð sligin og sparkaður, og tað havi eg boðað FSF frá. Eg haldi, at hetta var spell, og eg haldi, at tað hevði borið til at sloppið undan hesum, um trygdarskipanin hevði riggað betur.
Hvat hugsar tú um?
- At heimaliðið eigur at verja dómaran og hjálpardómararnar. Hetta fingu feløgini álagt fyri nøkrum árum síðani, tá ið tað sama gekk fyri seg í Klaksvík. Síðani hevur hetta virkað væl í einum fýra plássum, men ikki alla staðni, tíverri, og tað er harmuligt, sigur Dagfinn Olsen, sum eisini er formaður í Dómarafelagnum.
Felagið er kallað til fundar, og dómararnir síggja sera álvarsamt upp á støðuna. Hvat fer at spyrjast burturúr fundinum var ikki greitt í gjár, men dómararnir nevna møguleikan, at teir ikki fara at átaka sær nýggjar uppgávur, um trygd ikki fæst fyri tyrygdini.
Bjarni Mortensen er fyrrverandi formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, har hann framvegis er nevndarlimur. Hann sigur, at ein av nevndarlimunum hjá TB beinanvegin eftir dystarenda var hjá dómaranum, og at ein annar var skjótur á staðnum.
- Um dómarin sigur, at hond er løgd á hann, og um hann hevur sent FSF frágreiðing um hetta, so rokni eg við, at FSF fer at biðja okkum um frágreiðing í málinum, og tað fara vit so at gera, sigur Bjarni Mortensen, sum sjálvandi harmast um, at sáttligur fótbóltsdystur skuldi enda í sovornum skúmi, og at dómarin skal hava kent seg hóttan á Sevmýri.