Dómarin er úr Malta

37 ára gamli maltesiski dómarin hevur nógvar royndir at døma altjóða dystir

Tað eru ofta dómarar úr smátjóðum, sum døma, tá ið aðrar smátjóðir hittast í fótbólti – um tað er í landsdystum ella í europeisku kappingunum.

Soleiðis er tað eisini ídag. Dómarin og hansara hjálparmenn, sum skulu halda skil á, tá ið Føroyar og Andorra fara at spæla klokkan 17.

Dómarin eigur Alan Mario Sant. Hann er føddur 16. august í 1980 og er harvið 37 ára gamal.

Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2010, og hann hevur dømt 41 altjóða dystir.

Í fleiri førum hevur hann verið dómari í U21 EM undankappingardystum.

 

Í a-landsliðshøpi hevur hann verið dómari fýra ferðir og allar ferðirnar var talan um vinardystir:

Tann fyrsti var í 2014 millum Andorra og Moldova, og hinir vóru Luksemborg-Turkaland í 2015, Gibraltar-Letland í 2016 og størsta avbjóðingin var, tá ið hann 29. mai í fjør dømdi millum Italia og Skotland. Italia vann 1-0.

Hjálpardómarar eru Roberto Vella og Jurgen Spiteri, og fjórði dómari er Farrugia Cann Trustin.