Dómari gjørdi sær fyri skommum

Argentinski fótbóltsdómarin Diego Abal var rættiliga í andglettinum í dysti millum Olimpo og Independiente leygardagin. Tvær ferðir gav hann púra óskiljandi reyð kort, og tá ið málmaðurin hjá Olimpo í seinna hálvleiki tók bóltin við hondini uttanfyri brotsteigin, kom Abal og stórleypandi við hondini niðri í lummanum, eingin ivi var um hetta reyða kortið. Men tá fann Abal út av, at hann hevði gloymt bæði gula og reyða kortið eftir í skiftirúminum í hálvleikinum, og hann mátti flovur upp um bæði oyru fara inn í skiftirúmið eftir kortunum, áðrenn dysturin kundi halda fram.