Dómari doyði av kúlu á seks kilo

Ein kapping í frælsum ítrótti í kekkiska høvuðsstaðnum Prag endaði í sorg, tá ein dómari í kappingini varð raktur av einari kúlu á seks kilo.

 

Ein kapping í frælsum ítrótti í kekkiska høvuðsstaðnum Prag endaði í sorg, tá ein dómari í kappingini varð raktur av einari kúlu á seks kilo.

 

Kapping var í kúlukasti, tá 76 ára gamli dómarin varð raktur. Tað var ein yngri luttakari, ið kastaði kúluna sum fór skeivt og rakti dómaran.

 

Hetta skrivar kekkiska tíðindasíðan novinky.cz, sum verður endurgivin av fleiri altjóða tíðindamiðlum, eitt nú týska Bild.

 

Sambært kekkiska novinky.cz gjørdi dómarin alt fyri at umgangast kúluna, men kortini varð hann raktur í bringuna. Dómarin small um og misti vitið.

 

Ein lækni og fleiri áskoðarar royndu at bjarga manninum, men tað eydnaðist ikki, og hann doyði í høllini, har øll kappingin síðan helt uppat.