Halgir Winther Poulsen, formaður í Fasta Gerðarrættinum, vísur blankt aftur, at gerðarrætturin hevur skert verkfalsrættin hjá fakfeløgunum.
Tað gjørdi hann í tíðindunum á Rás2 í gjár, har hann samstundis staðfesti, at hann hevur ikki gjørt andaliga av um hann fer at fyklgja inniligu áheitanini frá fýra arbeiðarafeløgum um at leggja frá sær.
Tað eru tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar arbeiðsmannafelag og bæði Arbeiðarafeløgini í Klaksvík sum í gjár gjørdu greitt, at tey hava mist álitið á Fasta gerðarrættin í kjalavrørrinum á úrskurðinum um verkfallið hjá portalinum, har niðurstøðan var, at verkfall skuldi fráboðast við rímiligari freist, men ongin ávís freist varð ásett.
Hetta taka fakfeløgini sum eina roynd at skerjja verkfalsrættin.
Men hesum vísir rættarformaðurin staðiliga aftur, tí gerðarrætturin hevur greitt staðfest, at portørarnir hava fullan rætt at fara í verkfall.
- Tað einasta, vit hava gjørt, er at siga, at ein tað má vera ein ávís tíðarfreist, tá ið verkfall verður fráboðað.
- Tað er ein ógvuliga mildur máti at nútímansgera tað at fara í verkfall í einum nútímans samfelagi.
Hann vísir á, at í fyrsta umfarið vóru allir fimm virkandi dómarin fullsamdir um, at Portørarnir høvdu fullan rætt at fara í verkfall, men at freistin upp á ein tíma var ov stutt freist.
Í øðrum umfari vóru fýra dómarar samdir um, at ein freist upp á 16 tímar var eisini ov stutt freist.
Men Gerðarrætturin vil ikki áseta nakra ávísa freist, tí tað halda vit, at sáttmálapartarnir eru best førir fyri at áseta freistina sínamillum.
Halgir Winther Poulsen sigur, at úrskurðurin er gjørdir útfrá tí tilfarið, sum partarnir løgdu fram.
Hann sigur, at tað hevur týdning, at fakfeløg ikki hava álít á honum, men tað er nevndin, sum hevur valt dómararnar og so leingi nevndin ikki missur álit á honum, vil hann ikki taka endaliga støðu um at leggja frá sær.
Fakfeløgini siga, at tað var ikki ætlanin við gerðarrættinum at staðfesta, at verkfall skal fráboðast við tíðarfreist.
- Endamálið við gerðarrættinum er staðfest í sáttmálanum og tað er at taka støðu til ósemjur og at menna føroyskan arbeiðsrætt. Og eg meini framvegis, at vit hava fulla heimild at taka tað støðu, vit hava tikið í hesum máli, sigur hann við Rás2.
Les eisini greinina: Vildi ikki prógva síni sjónarmið í rættinum