Dómaratvíburar doyðu í ferðsluvanlukku

Týsku hondbóltsdómararnir Bernd og Reiner Methe, sum vóru brøður og tvíburar, doyðu í einari ferðsluvanlukku, tá teir vóru á veg til at døma ein dyst ímillum liðini Balingen og Magdeburg í teirri bestu týsku mansdeildini í gjárkvøldið.

 

Bernd og Reiner vóru 47 ára gamlir. Teir byrjaðu at døma saman í 1988, og síðani teir gjørdust altjóða dómarar í 1998 hava teir dømt 206 altjóða dystir. Eftir ætlanini skuldu teir døma dyst ímillum kvinnurnar hjá Krim Ljubljana og norska Larvik HK í Champions League í morgin.

 

-Vit leikarar eru allir skelkaðir. Vit kendu tvíburarnar sera væl, segði málmaðurin hjá Magdeburg, Gerrie Eijlers, við týsku fjølmiðlarnar í gjárkvøldið.