Dómararnir náddu ikki Smyril

Rúni Mohr og Ragnar Simonsen sóu bert í reyvina á Smyrli, tá hesin legði frá landi. Og so máttu lokalar kreftir traðka til, tá VÍF vitjaði í Vági

Kvinnurnar hjá VÍF høvdu fyrireikað seg væl, tá tær fóru til Vágs at spæla um vikuskiftið. Longu leygardagin fóru tær suður, og tí vóru tær til reiðar at spæla, tá dysturin skuldi blásast ígongd.

Men dómarar vóru eingir. Rúni Mohr og Ragnar Simonsen, sum skuldu døma dystin, men hálkan sunnudagin bar við sær, at Rúni ikki kom nóg tíðliga til Havnar av Eiði, har hann er búsitandi.

- Eg veit væl, at tað ikki er nøkur umbering. Men hálkan seinkaði mær, og tí gjørdist eg akkurát ov seinur til bátin. Eg sá bara í reyvina á Smyrli, og so kundi tað sjálvandi gera tað sama, segði ein harmur Rúni Mohr, tá vit sunnukvøldið tosaðu við hann.

- Eg fáa bara sagt aftur og aftur, hvussu harmur eg eri um hetta. Tað er jú slíkt, sum barasta ikki má henda. Men samstundis má eg siga, at bæði VB og VÍF tóku hetta ótrúliga væl. Og tað gleðir meg, at tað hóast alt bar til at spæla dystin, sigur Rúni


Lítil spenningur

Úrslitið gjørdist, at Egill Steintórsson og Kári Niclassen traðkaðu til at døma dystin, og hóast tað varð gjørt undir protest, so fór VÍF á vøllin. Ikki minst tí tær nú kortini høvdu verið heilt samdøgur í Suðuroy.

Og tað skal sigast, at har var lítil ivi um, hvør skuldi vinna dystin. Eftir eina hampuliga javna byrjan, so fekk VB veruliga gongd á seinastu løtuna fyri steðgin, og tí takinum sleptu tær ongantíð.

Við Daivu Toumaite á odda skutu tær seg alsamt longur frá VÍF, sum ongan tíð megnaði at svara aftur.


Fakta um dystin

VB-VÍF 28-16 (15-10)

10 min: 4-2

20 min: 9-7

40 min: 19-12

50 min: 23-14

Málskjúttar

VB: Daiva Toumaite 14 (2), Christina Holm 4, Maria Milicevic 2, Theresa Joensen 2, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 1, Carol Kjærbech

VÍF: Fríða Marjunardóttir 4, Ioana Rapa 4(2), Liljan Djurhuus 3(1), Heidi Joensen 2, Torgunn Johannesen 2(1), Elisa Leo 1