Við hvørt er sambandið millum dómararnar í X Factor so strongt, at teir kunnu ikki verða í rúmi saman. Tað sigur dómarin Lina Rafn, sum verður við í Rás2-sending sunnudagin Dómararnir í X Factor eru undir stórum trýsti frá almenninginum og fjølmiðlum, og tað er langt frá altíð, at tey trý fólkini sita so væl um sátt.
- Við hvørt er alt í fínasta lagi, og vit skemta óført, men við hvørt kunnu vit ikki verða í sama rúmi, sigur Lina Rafn, sum er ein av dómarunum í donsku X Factor kappingini. Hinir báðir dómararnir eru Thomas Blachman og Remee.
- Í farnu viku máttu eg og Remee seta okkum niður og hava ein langa samtalu fyri at greiða onkrar fløkjur okkara millum. Okkara forhold var blivið so vánaligt, at vit máttu gera okkurt, og tað eydnaðist við einari góðari og langari samtalu, sigur Lina Rafn.
Sunnudagin verður samrøða við Lina Rafn á Rás2. Hetta verður í sambandi við at Linda Andrews vitjar Rás2, og sent verður beinleiðis úr Miðlahúsinum millum klokkan 15.00 og 18.00.
Fólk eru vælkomin í Miðlahúsið frá kl. 16.30 at heilsa uppá Lindu og kanska fáa autograf.










