Málsviðgerð
Sum nevnt í týsdagsútgávu okkara, so tykist kappingarnevndin hjá FSF at hava tikið heilt onnur atlit, enn tey sum eru vanlig, tá nevndin herfyri viðgjørdi leikbannini hjá Jóhanni Joensen.
Formaðurin í dómarafelagnum, Erling Eysturoy, heldur eisini, at málið tykist merkisvert, men hinvegin sigur hann seg einki fáa gjørt.
- Eg havi sjálvandi frætt um málið, og eg má siga, at bæði í hesum og í málinum um John Petersen tykist niðurstøðan hjá kappingarnevndini heilt løgin. Eftir tilburðin í Klaksvík í fjør, har linjuverji varð sligin av áskoðara, fingu vit tó greitt at vita, at vit ikki skulu blanda okkum upp í málsviðgerðina á nakran hátt, sigur Erling Eysturoy, sum leggur afturat, at eisini tá vóru røddir frammi um, at tilburðurin als ikki hevði funnið stað.
- Sum so er dómarafelagið bara ein áhugabólkur undir FSF, og hava vit tí onga ávirkan á avgerðirnar, sum har verða tiknar, men eg kann sjálvandi hava eina meining um tingini kortini, sigur hann.
Verður tikið upp
Dómarafelagið hevur ikki atkvøðurætt á fundum hjá FSF, men felagið hevur hinvegin rætt at framføra síni sjónarmið á aðalfundinum, og hetta tykist eisini vera ein rættur, sum formaðurin ætlar sær at brúka.
- Báðir dómarnir eru óforstáiligir í mínari verð, og hóast vit einki fáa gjørt her og nú, so er tað avgjørt nakað, sum vit koma at taka upp á innanhýsis fundi, sigur formaðurin, sum heldur ikki útilokar, at hetta kemur til viðgerðar á FSF-aðalfundinum.
Mánakvøldið fingu vit orðið á Niklas á Líðarenda, sum var dómari í dystinum millum HB og NSÍ, men hann hevði tá ikki tikið støðu til, um dómurin skuldi kærast. Aðrar viðmerkingar hevði dómarin ikki.