Dómararnir avgera

Venjarin hjá danska felagnum FC Midtjyllandi, Erik Rasmussen, heldur, at dómararnir hava avgerandi ávirkan á, hvør vinnur heiðursmerki í superliguni. Hetta sigur hann, eftir at ein av hansara lyklaspælarum varð útvístur í gjár.

- Úrslitið kann ikki broytast, men útvísingin var avgerandi, og tað er keðiligt, at dómararnir skulu gera av, hvar heiðursmerkini enda, segði Erik Rasmussen við Ekstrablaðið.