Dómararnir hava eina ógvuliga týðandi uppgávu í fimleikakappingum. Teir skulu fylgja væl við allatíðina, geva stig fyri tað, sum verður gjørt, og draga frá fyri tað, sum ikki verður gjørt.
Í Føroyum eru fáir dómarar, og umboð fyri fimleikasambandið siga tað vera sera torført at fáa dómarar til árligu stórkappingina.
Trupulleikin við, at landið er so lítið og øll kenna øll, tykist ganga aftur, og hann sæst eisini í fimleikinum.
Fimleikararnir byrja at venja í september mánaði, og nústani nú, í februar, sleppa tær at kappast. Og tað er ein kapping, sum avgerð alt. Liðini eru sera jøvn, og tað er tí eitt rættiliga torført arbeiði at døma liðini. Man veit hvussu hart tey hava arbeitt, og tey fáa bert henda eina møguleikan at vísa hvat tey duga. Tí er trýstið eins stórt á dómararnar, sum tað er á fimleikararnar. Fimleikararnir vita júst hvat teir vera trektir fyri, og hvat hini liðini verða trekt fyri. Tað er tí til tíðir eitt sera ótakknemmiligt arbeiði, og tað sást serliga aftur við, at so skjótt sum síðsta stigi er latið, sleppa dómararnir sær avstað.
Til kappingina um vikuskifti vóru seks dómarar, úr ymsu fimleikafeløgunum, men fimleikasambandið heldur, at tað hevði verið ynskiligt at havt 9 dómarar. Tað hevði givið latnu stigunum ein breiðari fót at standa á, og harvið tikið nakað av trýstið av einstøku dómarunum.
Dómararnir eru býttir upp í tríggjar bólkar, sum skulu geva stig hvør sær.
Tøkniligu dómararnir hyggja at torleikunum og uppstillingunum. Teir kanna, at torleika- og uppstillingarkrøvini verða lokin.
Teir hava 3,4 stig at geva av, og trekkja so frá, um okkurt manglar í seriuni.
Teir hava eisini 0,6 stig at leggja afturat, um serian inniheldur torleikar, ið eru torførari enn kravt er.
Listarligu dómararnir hyggja at samanhanginum ímillum rørðslur og tónleik. Teir leggja eisini til merkis um rørðslurnar eru ymiskar, um tónleikurin skiftir tempo og um fimleikararnir virka sum ein heild. Teir ansa somuleiðis eftir, at allir fimleikarar útføra allar torleikarnar, og at fimleikurin endar, júst tá tónleikurin endar.
Listarligu dómararnir hava 6,0 stig frá byrjan av íðkanini, og trekkja so frá hesum karakteri.
Framførðsludómararnir hyggja at, hvussu fimleikararnir bera seg, um teir strekkja hendur og føtur, um teir hyggja upp, gera í takt og útføra rørðslurnar sum tær skulu.
Hesir dómarar hava 10,0 at geva av, men trekt verður av, tá mistøk verða gjørd.
Eftir hvørja framførðslu geva dómarabólkarnir stig, og tey vera síðani løgd saman til endaliga úrslitið.
Ì alt eru 20 stig at vinna um øll framførðslan er fullkomin, og øll krøv eru møtt.










