Dómarar ásettir til steypafinaluna

Steypafinalurnar í flogbólti, sum verða leiktar í høllini á Hálsi í Havn, byrja í morgin kl. 13,30

Finalurnar byrja klokkan 13:30, tá kvinnufinalan millum SÍ og ÍF fer av bakkastokki, meðan menninir hjá Mjølni og SÍ spæla sína finalu umleið kl. 15,00, ella beint eftir kvinnufinaluna.


Dómararnir til dystirnar eru nú ásettir. 1. dómari til báðar dystirnar verður altjóða dómarin Jan Hentze úr Havn, meðan Tummas Óli Mortensen verður 2. dómari.


Hetta kunngjørdi Flogbóltssamband Føroya í morgun fyri fjølmiðlunum