Dómarar høvdu høvuðsleiklutin

Bárður B. Mikkelsen og hinir í Holte taptu leygardagin í Odense, men dysturin varð nógv merktur av vánaligari døming, sum rakti bæði liðini

Flogbóltur

Holte IF við Bárði B. Mikkelsen tapti dystin móti DHG Odense leygardagin, men tað vóru fyrst og fremst dómararnir, sum fingu umrøðu aftaná dystin.
Dómararnir gjørdu nógv mistøk báðar vegir undir dystinum, og venjararnir hjá liðunum tosaðu leingi saman aftaná dystin, har teir ivaðust í, um teir skuldu kæra dømingina til danska flogbóltssambandið DVBF. Til síðst samdust teir um at geva DVBF eina munnliga kæru.
Sjálvur dysturin var bæði javnur og spennandi, men endaði við 3-1 sigri til DHG. Settúrslitini vóru 25-23, 18-25, 25-19 og 25-23. Tað var serliga í álopspartinum, at DHG hevði munin, og sigurin var í síðsta enda væl uppiborin.
Bárður hevur alla vikuna verið plágaður av pínu í vinstra knænum, og hann fekk tí ikki tað stóra burturúr leygardagin. Undir vanligum umstøðum hevði hann neyvan verið við, men hin hevarin hjá Holte hevur eisini trupulleikar við knøunum, so noyddist føroyski landsliðsleikarin at koma inn fyri hann nakrar ferðir í dystinum.
Møguleikin hjá Holte fyri at koma í hálvfinalurnar er enn til staðar, men so skulu teir ikki tapa ov nógvar dystir afturat. Komandi leygardag spæla teir úti móti Middelfart VK. Tað hjálpti heldur ikki søkini hjá Holte, at Gentofte Volley heldur óvæntað vann 3-1 móti Skovbakken Volley, tí nú hava Holte og Gentofte sama stigatal.