Hvussu ber tað til, at tú bleiv málari?
Eg tímdi ikki at arbeiða, meðan onnur sova, sum bakarir gera. At arbeiða sum málari dámar mær ógvuliga væl, eftirsum eg flyti meg úr stað í stað og hitti alla javnan nýggj fólk.
Arbeiður tú sjálvur ella hjá nøkrum øðrum?
Eg eri sjálvstøðugt vinnurekandi. Tað havi eg verið í fýra ár.
Hvar málar tú?
Bæði stórt og smátt. Um summarið málið eg nógv uttandura, og um veturin er tað nógv innandura, bæði privat heim og størri fyritøkur.
Hvat ger tú í frítíðini?
Eg havi næstan onga frítíð, men mær dámar væl at gera gourmet mat og standa á seiðabergi. Og so royni eg at »hjúkla« um konuna. Eg skal blíva pápi nú fyri triðju ferð í fýra ár, so tað er eitt sindur at fáast við.
Hvørjum vil tú heilsa?
Vit búðu eitt skifti í Nólsoy, tí vil eg fegin heilsa Marnero og Mariannu í Nólsoy. Og so vil eg gjarna ynskja øllum nólsoyingum góða eydnu at fáa nýggja ferju.









