Uttan fyri húsini hjá Heleni Joensen í Runavík er stórur vakur urtagarður. Tað hómast sonn gleði bæði í tónalagnum og í eygum hennara, tá hon setist at greiða frá øllum tí, ið vaksur rundan um hana. Hon kallar tað grøna gleði og sigur, at av tí at grønu planturnar anda tað inn, sum vit anda út, so eru tær lívsneyðugar fyri trivnað á jørðini.
Her verða tómir mjólkapakkar ikki burturbeindir. Hon greiðir frá, at hon klippir lokið av og setur hol á botnin. Hon brúkar keypta mold til gularøtur, og leggur seks fræ í ein pakka – trý og trý eftir skapinum á pakkanum – og tekur pakkan av, tá tær verða settar út. Hon grevur síðani eina rennu í passaligari dýbd, og seur innihaldið niður eftir langsíðuni á pakkanum, soleiðis, at tað verða tvær rekkjur við 40 sentimetrum í millum hvørja rekkju.
-Gularótini dámar væl góða og lætta mold. Moldin má tó ikki vera nýtaða og má ikki taðast í vakstrar tíðini, tí so vaksur gularótin ov skjótt, og sprekkar allan vegin niður og spillist. Hon fer eisini upp í slokk, um tað er ov kalt – altso undir átta hitastig um náttina, sigur Helen.
Les meir um urtagarðin hjá Heleni, og fá góð ráð til tín egna urtagarð - bæði til tín, sum væl tímur at fáast við tað sum vaksur, og til tín, sum ikki tímur at brúka alt ov nógva tíð í urtagarðinum - í HON blaðnum, sum verður borðið í hvørt hús í Føroyum í komandi viku.