Dómadagstala ella konstruktiv hugskot

Oddagrein:

Tónin frá ávísum landsstýrismonnum og tingmonnum er vorðin munandi hvassari í seinastuni og minnir nú mest um dómadagstalu. Búskaparliga støðan er stútt versnandi, arbeiðsloysið vaksandi og fíggjarstøða landskassans er sera álvarsom. Hallið á løgtingsfíggjarlógini verður í ár umleið 740 milliónir og verða ikki tiltøk sett í verk, so verður hallið at runda milliardina fíggjarárið 2010. Hjá kommununum er støðan lítið mætari.

 

Tað tykist, sum landspolitikkarar eru vaknaðir við kaldan dreym. Tað eru ikki nógvir mánaðir síðan, at hesir somu, fylgdir av toppembætismonnum komu við sissandi boðum um, at her stóð væl til. Vit vóru so væl fyri, at eingin orsøk var til órógv. Hetta kom alt frá somu persónum, sum við opnum eygum hava rikið ein fiskivinnupolitikk, sum beinleiðis leiðir í óføri, sum hava minkað um blokk og givið skattalættar og eggjað til brúkaraveitlsu. Fiskivinnupolitikkurin er alfa og omega í hesum landi. Rekur hesin politikkur fyri vág og vind, so verður úrslitið hareftir. Tað síggja vit nú, ið svíður sum svøllur. Onnur stórmál liggja á láni ella eru læst í klandri.

 

Nú eru so samgongupolitikkarar raknaðir við og tað við lít. Sum altíð í kreppu eru politikkarar til reiðar við tiltøkum, ið skulu skerja og tálma. Politikkarar tykjast hava ta fatan, at koma teir í krepputíðum við tiltøkum, sum merkjast, fyri ikki um at tala, pína, so virkar alt betur, og so verður øll venjingin tikin í størri álvara. Hetta er so tað tað er. Verri er, tá talan er um konstruktiv hugskot til tess at venda gongdini til tað betra. Hørðu tiltøkini hjálpa kanska uppá reyðu tølini, men tey fáa ongar tómar hendur í vinnu – heldur er tað tvørturímóti. Kreppupolitikkur krevur greið mál og eina miðvísa kreppustrategi, sum greitt kann vísa fram móti ljósari tíðum. Um fólk fáa eina vón um, at alt verður betri, er tað kanska lættari at góðtaka tann beiska búskaparliga heilivági, sum nú verður blandaður.

 

Annars virkar samgongan ikki væl trimmað til at fara í hornatøk við kreppuna. Klandur og stríð, mótstríðandi útmeldingar og orðadráttir millum lansstýris- og samgongulimur í almenna rúminum eyðkenna politiska gerandisdagin. Meðan løgmaður og fíggjarmálaráðharri mæla til at spenna beltini inn og krevja strong tiltøk, talar og bera onkur annar seg at sum um einki er hent. Tað gerst alt meira greitt, at í samgonguni er ein innanhýsis andstøða, sum er djúpt ósamd við rikna politikkin. Okkum tørvar ikki skrekkpropaganda. Okkum tørvar ein konstruktivan og kreativan fíggjar- vinnu- og búskaparpolitikk, sum kann seta mót í fólk og vinnulív. Okkum tørvar t.d. eina rættvísan skatta- og avgjaldskipan, ein heilt nýggja fiskivinnupolitikk og ein samhaldsfastan almannapolitikk – okkum tørvar ES avkláring. Nú er komið hartil, at ABC samgongan má semjast, savna seg um sínar aðaluppgávur og liva upp til ta stóru og tungu ábyrgd hon hevur átikið sær. Enn er ikki ov seint .