Ein roynd at eftirgera Big Bang er byrjað í Sveis í morgun Klokkan hálvgum níggju trýstu granskararnir í CERN-verkætlanini á knøttin, sum byrjaði royndina, um eftir ætlanini skal siga vísindini, hvussu alheimurin varð til.
Royndin verður gjørd í einum 27 kilometrar longum tunli 90 metrar undir jørð á markinum millum Sveis og Frakland.
Nøkur vísindafólk siga, at royndin kann gera eitt stórt sokallað ?svart hol?, og at Jørðin kann hvørva í tí. Teir flestu granskararnir siga hinvegin, at vandin er sera, sera lítil.