Undir evninum syngið við/tónleikur verður felagsfundur fyri alla Suðuroynna í Vági sunnukvøldið.
Tað er Meinigheitshúsið í Vági sum verður karmur um hetta tiltakið ið verður bæði øðrvísi og spennandi enn tey vanligu møtini.
Í hesum føri verður miðað eftir at gera eitt tiltak, ið er ætlað bæði børnum, ungum og tilkomnum.
Á skránni er felagssangur, solosangur frá ymiskum persónum og ein stutt tala.
Tiltakið byrjar klokkan 17 og verður liðugt ein góðan tíma seinni. Eftir tað verður møguleiki til prát, ábit og felagshugna.