Húsabygging
Fyri nakað av tíð síðani var talan um at Høgni Mikkelsen skuldi byggja nøkur hús í Øksnagerði har gamla bilupphøggingin var fyrr. Tó bar ikki til at byggja beinanvegin av tí at økið var dálkað av olju.
Nú er byggingin tó byrjað og økið rundan um er alt frítt fyri dálking.
? Dálkingin spældi væl av, sigur Høgni Mikkelsen.
? Tað var ikki so ógvusligt, sum tað varð blást upp til at vera. Býráðið stóð fyri at reinsa økið, og alt er nú gravað vekk. Kanningar eru gjørdar og økið er heilt reint.
Talan er um 16 raðhús, sum eru umleið 100 m2 hvørt. Høgni sigur sjálvur, at tey verða ongantíð ov skjótt liðug. Øll húsini eru longu umbiðin.
Annars liggur ein onnur verkætlan niðri hjá býráðnum í løtuni. Her er talan um 62 íbúðir uppi í Berjabrekku. Hendan verkætlan er tó ikki góðkend enn.