Dálking staðfest á 11 kilometra dýpi

- At plastikfiprur nú er funnar í skeljadýrum, sum ongantíð koma í nær námindi menniskjum, er rættiliga órógvandi, sigur professari.

 

Granskarar við universitetið í Newcastle hava nú almannakunngjørt, hvat teir hava funnið á umleið 11 kilometra dýpi í Kyrrahavinum. Tað, teir hava funnið, hevur samstundis skapt órógv um veruligu umhvørvisstøðuna á jørðini.

 

Í tíðindaskrivi siga granskararnir, at plastikfiprur nú eru funnar í sodningarlagnum hjá skeljadýrum, sum liva niðri á 11 kilometra dýpi - og í myrkastu avkrókum í Kyrrahavinum.

 

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at mannaskapt fremmandaevni eru funnin í havdýrum. Men, at plastikfiprur nú eru funnar í dýrum, sum liva á so djúpum sjógvi, at tey ongantíð koma í nær námindi menniskjum, er rættiliga órógvandi.

 

Tað sigur professarin, Alan Jamieson, sum hevur staðið á odda fyri hesi gransking í Kyrrahavinum. Hann heldur, at plastikfiprurnar eru rættiliga órógvandi, og hetta vísir, hvussu stór dálkingin á jørðini í veruleikanum er - og at dálking veruliga er ein alheimstrupulleiki.

 

Alan Jamieson sigur, at líka so skjótt, sum plastik hevur rakt djúphøvini, sum nú eisini er staðfest, er tað ein veruleiki, at tað ongastaðni í heiminum er reint og ódálkað. Dálkingin fer bara at samla seg í størri og størri nøgdum og eisini í heimsins avkrókum, sigur professarin.