Dálking og ampi av taðing

Tað eru kommunurnar, sum hava eftirlit við, at ásetingar í kunngerðini um taðing verða hildnar.

- Minni dálking av áum og vøtnum og færri ampar av lukti og øðrum. Tað verður vónandi úrslitið av kunngerðini um taðing.

 

Soleiðis segði Umhvørvisstovan, tá taðingarkunngerðin kom í gildið hin 1. juni í 2012.

 

- Endamálið við kunngerðini er at forða fyri dálking, heilsuvanda og ampum av taðing, umframt at fremja nýtsluna av tøðum sum tilfeingi.

 

Bæði Umhvørvisstova og kommunur fáa javnan klagur frá borgarum um dálking og ampar av taðing.

 

- Tí hevur verið neyðugt at gera reglur, ið skulu fyribyrgja, at taðing ikki dálkar áir, løkir og vøtn ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis, har tøð verða sprænd.

 

Kunngerðin, sum kom í gildið 1. juni í 2012, setir avmarkingar fyri, nær, hvar og hvussu taðast kann.

 

Tað er nevniliga einans loyvt at taða í tíðarskeiðnum frá 15. mars til 15. oktober. Tó kann kommuna veita undantak frá hesum.

 

Ein onnur avmarking er, at loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini seta beinleiðis út í áir, løkir og vøtn.

 

Hetta merkir tó ikki, at bøur ella hagi, sum liggja oman móti áum og vøtnum, ikki kunnu taðast, men loyvt er ikki at spræna tøð í ánna.

 

Tað eru kommunurnar, sum hava eftirlit við, at ásetingar í kunngerðini verða hildnar og tann, ið ikki aktar boð við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót.