Dálkarin rindar fyri upptøkuna

Dálking

Løgreglan á Tvøroyri varð boðsend, tá ið vágbingar leygarkvøldið staðfestu, at oljan var likin á sjógv.
- Vit høvdu fólk á staðnum og staðfestu, hvaðani oljan kom. Síðan tryggjaðu vit okkum, at partarnir, sum skulu kunnast um støðuna í slíkum føri, høvdu fingið fráboðanina. Ein frágreiðing verður skrivað, og síðan er tað upp til fútaskrivstovuna, hvussu málið annars verður avgreitt.
Jaspur Vang, løgreglumaður, sigur, at honum kunnugt er tað dálkarin, sum í slíkum føri rindar fyri uppruddingina.
Um talan er um ósketni ella hendiligt óhapp, heldur Jaspur ikki hevur týdning fyri, hvør rindar fyri ruddingararbeiðið.
- Hendingin í Vági verður latin fútaskrivstovuni, sum síðan tekur støðu til, hvat meira ? um um nakað meira ? hendir í hesum máli, sigur Jaspur Vang, løgreglumaður.