Dálkað hav beindi fyri hesi neyðars súlu

- Skulu vit ”branda” Føroyar sum heimsins reinasta oyggjaland”, noyðast vit øll at taka okkum saman, sigur lesari, sum hevur sent okkum hesar myndirnar

Umhvørvi

 

Í longri tíð hava vit á Sosialinum havt eina greinarøð um órudd, sum liggur og rekst kring um landið.

Men tað er ikki bara á landi, at ”heimsins reinasta oyggjaland” gongur undir í óruddi. Er óruddiligt á landi, sæst hetta mangan eisini aftur á sjónum.

Í gjár fingu vit sendandi hesar myndirnar av eini súlu, sum er komin illa fyri á sjónum.

Myndirnar eru tiknar umborð á einum føroyskum línubáti undir Føroyum. Skiparin á bátinum sá, at súlan hevði tað ikki gott. Hon hevði fingið eitt band um nevið sum gjørdi, at hon ongan møguleika hevði at søkja sær føði.

Hann helt tí vera best at avlíva fuglin, sum síðan varð skotin.

- Myndin vísir, hvussu vit menniskju fara um náttúruna – í hesum førinum um havið. Skulu vit ”branda” Føroyar sum heimsins reinasta oyggjaland, noyðast vit øll at taka okkum saman og gera nakað við tað, sigur lesarin, sum hevur sent okkum hesar myndirnar.