Déjà vu heiðurligt úrslit í Grenå

Tónleikabólkurin Déjà vu úr Havn endaði á øðrum plássi í eini Grand Prix kapping í danska býnum Grenå. Bólkurin var ógvuliga nær við at røkka øðrum plássi

Næstseinasta fríggjadag var føroyski bólkurin Déjà vu við í einum amatør Grand Prix í Grenå. Nú er úrslitið greitt, og ungu menninir úr Havn endaðu á øðrum plássi.
Teir iðra seg tó um, at tað ikki gekk enn betri, tí teir vóru ógvuliga nær við. Teir tríggir dómararnir góvu Déjà vu 125 stig, meðan vinnandi bólkurin fekk 128 stig. Møguleiki var at fáa 150 stig tilsamans. Um pallframførslan hevði verið betri, kundi bólkurin kanska tikið fyrsta plássið.
Annars eru teir sera væl nøgdir við túrin sum heild, tí alt eydnaðist væl. Bólkurin spældi eisini á eini kafé eitt kvøldið, og hetta riggaði eisini væl.

Spæla longu aftur
Hóast bólkurin júst er afturkomin av ferðini, so verður hann aftur at síggja á palli hóskvøldið. Tá fer bólkurin at framføra í Club 20.
Við á ferðini í Danmark vóru Líggjas Olsen, sum syngur og situr við tangentarnar. Hann hevur áður sungið við bólkinum Diatribes. Flóvin E. Viderø syngur og spælir gittar, Rúni W. Højgaard spælir trummur, Heri Reynheim, sum fyrr hevur spælt við Diatribes, er á bassinum og Rói Christiansen, sum enn spælir við Tangz, spælir gittar. Rógvi Rasmussen er fastur bassspælari, men hann er í Danmark á skúla, og tí hevur Heri Reynheim loyst hann av.
Bólkurin vil annars nýta høvi at takka Norðurlandahúsinum og Atlantic Airways og lýsarum sínum.