Dúgvan, sum hevur røkt siglingina um Leirvíksfjørð í mong ár nú, liggur í dokk. Ternan er so sett inn í sigling fyri hana. Hetta hevur fingið fleiri søgur at ganga um, at Ternan framyvir fer at sigla eftir ferðaætlanini um Leirvíksfjørð. Hetta er tó sambært Regini Vágadal á Strandferðsluni ikki heilt rætt.
? Tað er skeivt at siga, at Ternan verður høvuðsskip, tí ferjurnar báðar koma at skiftast um at sigla eftir ferðaætlanini, sigur hann.
Hetta skal skiljast soleiðis, at til dømis fer Dúgvan at sigla fyrstu túrarnir um morgunin, har Ternan siglir tveir hjálpartúrar. Síðani skifta ferjurnar um seinni út á fyrrapartin, tá Ternan fer inn í sigling sambært ferðaætlanini og Dúgvan verður hjálparskip. Ella umvent. Og so aftur seinni um kvøldið fer Dúgvan aftur í ferðaætlan og Ternan siglir ein hjálpartúr við møguleika fyri einum eykatúri afturat, sum tó ikki er endaliga lagdur í ferðaætlanina enn. Hetta tí at Strandferðslan vil líka síggja mynstrið fyrst fyri at vita, hvussu tørvurin er.
Tænastustøðið hækkar
Leirvíksfjarðabólkurin, sum hevur arbeitt saman við Strandferðsluni í hesum málinum, er sera fegin um, at Ternan nú eisini verður sett í sigling um Leirvíksfjørð. Formaður í bólkinum er Rani Nolsøe, og hann sigur, at um ein ikki hyggur at tveimum smálutum í ferðaætlanini, so er hetta so avgjørt ein munandi øking í tænastustøðinum um Leirvíksfjørð.
? Vit fegnast sjálvandi um, at Sam nú fer úr siglingi, og vit fáa tvey góð skip at røkja siglingina um Leirvíksfjørð, men tað eru nakrir smálutir, sum irretera. Til dømis at tann eini seinnapartstúrurin er lagdur sum eykatúrur, og at gloppið í siglingini leygarmorgun um níggjutíðina framhaldandi verður har. Og tað duga vit ikki at síggja nakra orsøk til, tá ein hevur tvey skip siglandi, sigur Rani Nolsøe.
Hann sigur, at orsøkin til, at eitt glopp er har leygarmorgun er venjing. Men hann leggur dent á, at við tveimum skipum siglandi, mátti tað borið til at havt túrin klokkan 8:45 av Klaksvík og 9:30 av Leirvík leygarmorgun inni í ferðaætlanini kortini.
? Men alt í alt so eru vit sjálvandi ovurfegin um hesa økingina í kapasitetinum um Leirvíksfjørð, sigur Rani Nolsøe.
Strandferðslan fer at senda út eitt tíðindaskriv í hesi vikuni í sambandi við, at nýggja ferðaætlanin kemur í gildi, har greitt verður frá henni og møguligum broytingum. Við tíðindaskrivinum vónar Regin Vágadal, at óvissur um eitt nú Leirvíksfjarðarleiðina verða burtur.