Nógvir norðoyingar fegnaðust um, at tunnilin lat upp leygardagin, men tað var eisini ein syrgilig løta hjá nógvum. Mest sum allan fyrrapartin stóðu fólk við ferjuleguna og fagnaðu Dúgvuni. Tað var eitt sorgblítt farvæl til ein trúgvan tænara.
Tá ið Dúgvan silgdi inn í Klaksvíkina, heilsaðu lastbilar dúgvuni. Floyturnar á stóru bilunum rungaðu um allan býin. Dúgvan heilsaði aftur við floytuni, meðan hon silgdi runt nakrar ferðir, áðrenn hon legði at.
Skipari á seinasta túrinum hjá Dúgvuni var Pauli Magnusson.
- Tað er við einum ávísum sorgblídni, at eg sigli tann síðsta túrin, tí at Dúgvan er eitt deiligt arbeiðspláss, sigur Pauli. Hann sigur seg hava havt nøkur góð ár, tey fimm árini hann hevur silgt við.
-Onkuntíð hevur onkur fýst eitt sindur, tá ið vit hava verið seinkaðir, ella vit hava avlýst onkran túr vegna veður, men sum heild eru ferðafólkini sera fryntlig, sigur fyrikomandi skiparin.
- Hóast undirsjóvartunlarnir eru orsøk til, at skip verða løgd, og harvið arbeiðspláss niðurløgd, so haldi eg, at tað er deiligt við undirsjóvartunlunum. Tað ger samferðsluna so nógv lættari, sigur Pauli Magnusson.
Til spurningin um, hvat nú skal henda við manningini umborð á Dúgvuni, sigur Pauli Magnusson, at tey flestu verða flutt á aðrar farleiðir. Onkrar uppsøgnir verða, og onkur fer frá vegna aldur. Sjálvur skal Pauli sigla um Skopunarfjørðin.
Vit á Sosialinum ynskja Paula og fyrrverandi manningini alt tað besta framyvir.










