Dúgvan farin á beding

Klaksvík: Fríggjadagin í farnu viku fór strandfaraskipið Dúgvan á beding. Hetta kemur kortini ikki at ávirka Leirvíksfjarðarleiðina stórvegis.

Tær komandi tríggjar vikurnar, meðan Dúgvan er á beding, fer Ternan at røkja hesa siglingina ístaðin.
Einasta broytingin, sum hetta fer at hava við sær, er helst tann, at bilførar mugu vera eitt sindur fyrri við ferjuleguna við bilum sínum, tí Ternan ikki tekur eins nógvar bilar og Dúgvan.