Døgn – samdøgur

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

Nú ein dagin spurdi tíð­inda­kvinna í Kringvarpinum ein pol­itikara: “Hevur títt døgn fleiri tímar enn mítt?” Og á permuni á blaði, ið verður borið kostnaðarfrítt í hvørt hús, stendur “Kundi hugsað mær, at døgnið var 48 tím­ar”. Eisini sæst javnan, at fyr­i­tøkur lýsa við, at tær hava “døgntænastu”. – Hvat er hent við okkara egna orði “sam­døgur”?

Tá ið ein dansklig orðing verð­ur fest á blað, elvir hon til mál­spillu. Her mugu blað­fólk vera so mikið at sær komin, at tey laga til og ritstýra, so tað er vand­a­ligt mál, ið kemur á prent. Og ikki minst hava kring­varps­fólk serligar skyldur.

Eg fari at endurgeva tað, ið stendur um hetta í riti­­num Orðafari, sum í mong ár var málgagnið hjá Mál­nevnd­ini. Her úr riti nr. 43, mars 1996: “Summi teirra, ið bera okkum tíðindi, nýta javn­an hitt óføroyska orðið "døgn". Hitt rætta føroyska orð­ið er “samdøgur”. "Døgn­tæn­asta" t.d. átti tí at itið “sa­m­døg­urs­tænasta”.”

Fólk, ið eru óhjálpin, hava tørv á samdøgurshjálp, og ein sam­døg­ursstovnur er ein stovnur, sum hýsir fólki alt samdøgrið. Eitt sam­døg­ur­slag er lætt tónleikalag, sum bert er frammi eina tíð o.s.fr.

Í hesum viðfangi kann verða lagt aftur at, at danska orðingin “í loypi av” ella “í leypi av”, t.e. at nakað hend­ir, meðan eitt ávíst tíð­arbil ella tíðarskeið líður, nevn­ist á føroyskum “eftir”, t. d. eftir einum samdøgri, eft­ir einum tíma, eftir ein­um degi, eftir einari nátt og eftir einum mánað.