Cynthia rindar prísin

Fyri seks árum síðani valdi Bozena Krawczyk at fylgja í fótasporunum hjá systur sínari og flyta til Føroya at arbeiða. Nú hevur Útlendingastýrið noktað at longja arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá henni. Bozena sigur, at hetta ger, at 13 ára gamla dóttirin, Cynthia, sum er vorðin føroyingur, rindar prísin

Klaksvík:
Bozena Krawczyk og bæði børnini hjá henni búgva saman við systur Bozenu og hennara familju. Tey hava búð í Føroyum í góð seks ár, men nú letur til, at dagarnir hjá teimum í Føroyum eru taldir.
Útlendingastýrið hevur tvær ferðir noktað at leingja arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá Bozenu, og tí mugu hon og 13 ára gamla Cynthia av landinum innan ein mánað, um ikki tær kæra avgerðina.
Hetta hevur fullkomuliga vent upp og niður upp á lívið hjá Bozenu, systrini og allari familjuni.

Cynthia óvissa framtíð
Serliga 13 ára gamla Cynthia hevur fortreð av hesum. Hon er við árunum vorðin ein føroysk genta, sum hevur gingið øll síni ár í fólkaskúlanum í Føroyum. Tískil má polskt sigast við tíðini at verða vorðið hennara annað mál.
Bozena stúrir mest fyri tannáringadótrini hjá sær.
Við tárum í eygunum spyr hon, hvussu hennara 13 ára gamla dóttir skal kunna klára seg í einum polskum skúla nú.
? Eg haldi, hetta er nógv fyri. Um eg fekk at vita, tá eg kom her, at eg ikki kundi væntað, at Cynthia fór at sleppa at ganga í skúla her allatíðina, so hevði eg ivaleyst havt umhugsað mína støðu tá. Men hetta er komið sum ein skelkur, og hevur gjørt serliga hana sera ótrygga, greiða Bozena frá.
Cynthia sjálv hevur bert sitið og lurtað eftir, meðan mamma hennara hevur greitt frá.
Hon sigur sjálv, at um hon hevði sloppið, so hevði hon viljað verið í Føroyum hjá mostrini og so farið til Póllands at vitja av og á.
Hetta fær tár fram hjá bæði móður og dóttir, tí sjálvandi høvdu tær viljað, at tær báðar kundu verið saman í Føroyum.
? Um hon ikki fær tað, so veit eg ikki, hvussu tað verður við hennara framtíð, tí skúlin í Póllandi er heilt øðrvísi, og eg trúgvi ikki, at hon kann megna at fáa teir polsku næmingarnar aftur. Tí kann hetta koma at hava skeiva ávirkan á restina av lívinum hjá henni, sigur Bozena.
Hon leggur afturat, at Cynthia ikki tosar polskt reint longur, so tað kann fara at verða ein stórur trupulleiki fyri hana at byrja í einum polskum skúla. Hon er heldur ikki von við at lesa ella skriva polskt.

Ótrygg tíð
13 ára gamla Cynthia hevur verið sera ótrygg, síðani mamma hennara fekk fyrsta noktandi svarið frá Útlendingastýrinum fyrr í summar. Síðani var hoyring um hennara mál, har Bozena millum annað vísti á støðuna við Cynthiu.
Bozena sigur, at støðan hjá dótrini vigar mest í hesum málinum.
? Í allarringasta føri hevði eg viljað, at Cynthia kundi verðið eftir her og gingið í skúla sum vanligt, sigur hon. Men leggur samstundis dent á, at hennara hægsta ynski er, at tey øll trý kunnu verða verandi í Føroyum, so familjan ikki verður sundurskild, og lívið kann halda fram sína vanligu gongd.
? Tað er ikki lætt at hugsa sær til, at eg skal fara frá henni við líltabeiggjanum hjá henni heilt til Póllands at búgva. Men tað er sera umráðandi, at Cynthia kann gera sína skúlagongd lidna í Føroyum, sigur Bozena, sum øll seks árini hevur arbeitt á Roykivirkinum.
Skjótt telur hon í høvdinum, at talan er um fýra ár afturat í fólkaskúlanum og síðani miðnámsskúla afturat. So alt í alt verða tað eini sjey ár, har Cynthia fer at búgva í Føroyum, meðan restin av hennara familju býr í Póllandi, um ikki avgerðin hjá Útlendingastýrinum verður broytt.

Feilur
Í brævinum, sum Bozena hevur fingið frá Útlendingastýrinum, stendur, at stýrið ikki metir tað vera tørv á arbeiðsmegi á hennara øki longur, og tí kunnu tey ikki leingja hennara arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Og at hon tískil innan ein mánað eftir at hava móttikið fráboðanina má fara úr Føroyum.
Tað løgna er bara, at tað standa bert Bozena og Cynthia nevndar í brævinum. Onki um hálvtannað ára gamla Fabian, sum hevur føroyskan pápa. Harafturat stendur í sama brævi, at Cynthia og Bozena eru rumenarar, hóast tær altso eru úr Póllandi.
Hetta hevur vakt nakrar desperatar vónartankar um, at hetta kann vera ein feilur. Tey ganga øll mest sum í eini aðrari verð og vóna so inniliga, at talan er um ein feil.
? Men so hinvegin, teirra nøvn standa jú har, so tað kann neyvan vera ein feilur, sigur Bozena kedd á málinum.
Í sama brævi stendur eisini viðmerkt, at Bozena hevur gjørt vart við støðuna hjá dótrini, men so onki meira. Bert ein staðfesting av, at stýrið, eftir at tað hevur gjøgnumgingið málið hjá Bozenu, ikki metir, at Bozena kann leingja sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært grein 9, stk. 2, nr. 3 í útlendingalógini.

Kæra
Bozena og familja hennara hava eina kærutíð upp á eina viku. Tey hava gjørt av at kæra, tí tað kann geva teimum eitt sindur av tíð at finna útav, hvat og hvussu tey skulu gera við hesa truplu støðuna, sum tey nú eru komin í.
? Eg haldi tað er løgið. Um tað bert var ein einsamallur persónur, sum júst var komin til landið, so høvdu vit onki sagt. Men tá tað er talan um eina mammu við tveimum børnum, sum hevur búð her í meira enn seks ár, so haldi eg, at tað átti at verið meira enn bara paragraffir, sum gjørdu seg galdandi, heldur systir Bozenu, Krystyna, fyri, meðan hon hyggur at Cynthiu og Fabian.
Fabian er linur og skilir tíbetur onki av øllum hóvastákinum. Cynthia og ein vinkona fara út ein túr, og Krystyna, maðurin og Bozena mugu alt fyri eitt fara í holt við at tosa við sakførara um hetta málið. Tey hava jú bara fýra dagar, til freistin at kæra er úti. Ella skulu Cynthia og Bozena av landinum innan ein mánað.