Curt var kendur frá duettini Curt & Roland, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum. Teir vitjaðu her fyrstu ferð í 1978, síðan fleiri ferðir fram til 1989.
Curt byrjaði longu at syngja sum 15 ára gamal, og í 1963/64 hitti hann Roland Lundgren, og teir báðir gjørdust kendir gospelsangarar bæði heima í Svøríki og kring um í Evropa og USA.
Miðskeiðis í 90-unum fekk Curt staðfest krabbamein, men hann var tó førur fyri at syngja í nøkur ár eftir tað. Seinasta plátan hjá Curt & Roland, Solregn, kom út í 2000.
Meira fæst at vita um Curt & Roland á heimasíðuni: www.curolmusic.se










