Curbishley skal venda íslendsku skútuni

Alan Curbishley fekk eina dreyma byrjan sum venjari hjá kreppurakta West Ham, har íslendski eigarin hevði mist tolið við undanfarna venjara. Miðvísi og dungaligi Curbishley skal standa á odda fyri felagnum, har hann byrjaði sína yrkisleiðs sum fótbóltsspælari

Tað kom óvart á tey flestu, at West Ham í gjár vann á oddaliðnum í ensku Premier League, Manchester United.
Botnliðið, sum hevur havt stórar trupulleikar í ár, stóð knappliga eftir sum vinnari, og sigurin gjørdi fyrsta veruliga arbeiðsdagin hjá nýggja venjaranum til ein heilt serligan dag.
West Ham stóð seg væl í Premier League í fjør. Liðið kom millum annað í steypafinaluna og var eisini við í ovaru helvt av landskappingini. Men í ár hevur gingið illa, og West Ham hevði undan dystin í gjár tapt 11 av sínum 17 dystum í Premier League.
Tað var ov mikið fyri nýggja formannin í felagnum, íslending Eggert Magnusson, og hann gav í farnu viku venjaranum Alan Pardew sekkin.
 
Curbs er tann rætti
Nýggjur maður á odda fyri West Ham gjørdist Alan Curbishley, sum í nógv ár var venjari hjá Charlton.
- Støðan hjá okkum er sera trupul, men málið í ár verður at yvirliva í Premier League. Eg eri fullvísur í, at Alan Curbishley er rætti maðurin til okkara felag, segði Eggert Magnusson, tá ið nýggi venjarin var avdúkaður.
Og tað var vorðið sum byrjan hjá Eggert og Curbishley, tá ið Manchester United vitjaði á Upton Park í gjár. West Ham vann dystin 1-0, og so fekk felagið samband við feløgini, sum liggja omanfyri niðurflytingarstrikuna í Premier League.
 
Virdur venjari
49 ára gamli Alan Curbishley telist millum teir mest virdu venjararnar í enskum fótbólti. Tá ið enska fótbóltssambandið fyrr í ár setti nýggjan landsliðsvenjara, var Curbishley ein av teimum, sum var upp á tal.
Curbishley byrjaði sína yrkisleið sum spælari í West Ham, men eftir seks ár í felagnum skifti hann til Birmingham og seinni Aston Villa og Charlton. Í 1991 gjørdist Curbishley venjari hjá Charlton, og har stóð hann á odda fyri einum stórum frambroti. Charlton var í kreppu bæði ítróttarliga og fíggjarliga, men við Curbishley á odda gekk tað støðugt framá, og Charlton hevur seinnu árini staðið seg væl í fremstu ensku deildini.
Eftir 15 ár sum venjari hjá Charlton, gavst Curbishley í summar í felagnum, og hann var fylgdur til hurðina sum ein sonn hetja í felagnum. Nú er Curbishley komin aftur á slóðina, har alt byrjaði fyri 35 árum síðani – í West Ham.
Og við honum á odda, vóna íslendsku eigararnir av West Ham, at tað fer at ganga betur hjá felagnum, sum hevur stórar ætlanir fyri framtíðina.