CTD fyrilestur í Miðlahúsinum

Hin 14. august hevur týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, fyrilestur um sjúkuna CTD í Miðlahúsinum

Fríggjakvøldið 14. August hevur Ulrike Steuerwald, barnalækni, fyrilestur um sjúkuna CTD í Miðlahúsinum.

Hon var fyrsti læknin í Føroyum, sum fann eitt samband millum brádligan deyða hjá børnum og ungum í Føroyum og sjúkuna CTD. Ulrike Steuerwald sigur við Sosialin, at fyrilesturin í stóran mun er ætlaður teimum, sum onkusvegna eru rakt av sjúkuni.

Hon fer at greiða frá um carnitine, carnetine transporter og um carnetine transporter defekt (CTD). Eisini verður tosað um serstøðuna í Føroyum, og hvørjir kanningar- og viðgerðarhættir eru tøkir.

Eisini er ætlanin at seta á stovn eitt sjúklingafelag fyri sjúk og avvarandi hetta kvøldið í Miðlahúsinum.

Tiltakið við Ulrike Steuerwald hevur verið fyrireikað síðan juni mánað, og hevur onki við aktuella málið at gera.

Fyrilesturin í Miðlahúsinum verður kl. 19.00 og øll eru vælkomin – bæði vanligir borgarar og starvsfólk innan heilsuverkið.