CTD-felagið heldur aðalfund

Í morgin, 26. februar, verður fyrsti aðalfundur hjá CTD-felagnum, og tá fer Jan Rasmussen, lækni, eisini at greiða frá granskingararbeiði innan CTD. Hesin fyrsti aðalfundurin hjá CTD-felagnum verður í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði, og fundurin byrjar í morgin klokkan 17.30.

Frankie Jensen, sum er formaður í felagnum, sigur, at aðalfundurin byrjar við framløgu hjá Jan Rasmussen, lækna. Hann fer at greiða frá sínum granskingararbeiði innan CTD.

Skráin fyri aðalfundin verður annars sambært lógum felagsins, og til ber at tekna seg sum lim í CTD-felagnum fyri fundin.