CTD-felagið fær kærkomna gávu

Ungdómsliðini hjá HB skoraðu útvið 1600 mál í ár. Afturfyri fær CTD-felagið 16.000 krónur frá Føroya Tele.

Tá ið eitt barn í Havnar Bóltfelag fer á vøllin, droymir tað um at skora mál. Fer bólturin í málið, er dagurin bjargaður. Men tað eru eisini onnur, sum vinna hvørja ferð, eitt ungdómslið hjá HB skorar.

Føroya Tele stuðlar ungdómsarbeiðnum hjá HB. Tá ið partarnir fóru undir samstarvið fyrraárið, varð samstundis avtalað at stuðla einum góðum endamáli.

Fyri hvørt mál, sum ungdómslið hjá HB skora, rindar Føroya Tele 10 krónur til eitt vælgerandi endamál, sum partarnir í felag velja út. Í fjør fall valið á Hjartabarnið, og í ár verður tað CTD-felagið, sum kann gleðast um nógvu málini á vølli.

Nú er gjørt upp, og CTD-felagið fær í næstum ein kekk, sum HB og Føroya Tele fara at handa í felag. Ungdómsliðini hjá HB skoraðu umleið 1.600 mál kappingarárið 2011, og sostatt rindar Føroya Tele CTD-felagnum 16.000 krónur. Hetta kemur væl við hjá CTD-felagnum, sum er eitt limafelag, ið ikki hevur nógvan pening at virka fyri.

CTD-felagið varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at stuðla og ráðgeva sjúkum og avvarðandi við teimum trupulleikum, ið kunnu standast av at hava CTD. Harumframt átekur felagið sær at upplýsa almenningin um CTD og virkar fyri einari kanningarstovu í Føroyum.