Myndugleikarnir í Ungarn kunngjørdu í dag, at løgreglan hevði handtikið tann 97 ára gamla Laszlo Csatary og ákært hann fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga. Fyri nøkrum døgum síðani varð avdúkað, at Laszlo Csatary búði í Budapest, men tá vildi ungarska ákæruvaldið ikki, at hann skuldi handtakast. Í dag varð hann kortini tikin.
Talsmenn hjá Simon Wiesenthal-stovninum vóru fegnir um avgerðina hjá myndugleikunum í Ungarn at handtaka Csatary og at reisa ákæru ímóti honum.
-Vit heita á teir ungarsku myndugleikarnar um at avgreiða tann løgfrøðiliga partin av málinum sum skjótast, og at rættvísið kann vinna frama, segði leiðarin á Simon Wiesenthal-stovninum, Efraim Zuroff, í einari fráboðan.
Laszlo Csatary var løgregluovasti undir seinna heimsbardaga, og hann er ákærdur fyri at hava viðvirkað til, at umleið 15.700 jødar vórðu sendir í týningarleguna Auschwitz.