Crystal Palace í Premier League

39 ára gamli Kevin Phillips gjørdist dagsins hetja, tá Crystal Palace í dag vann sær sæti í Premier League við at vinna 1-0 á Watford.

 

Uppflytingarfinalan til at koma í Premier League hevur verið á Wembley í dag. Tað eru liðini, ið endaði millum nummar trý og seks, ið spæla um at flyta upp saman við feløgunum, sum enda nummar eitt og tvey.

 

Einsamalla málið í dystinum kom beint fyri hálvleik í longdu leiktíðini, tá Crystal Palace fekk brotsspark. Tað var komandi Manchester United spælarin, Wilfred Zaha, sum bleiv feldur í brotsteiginum. 39 ára gamli Kevin Phillips tók sær trygt av brotssparkinum og sendi tað í nettakið.

 

Sostatt verður karismatiski Ian Holloway aftur at síggja sum venjari í Premier League. Hann var venjar hjá Blackpool á sinni, tá teir vóru í Premier League.

 

Fjølmiðlarnir hava mett, at dysturin hevur eitt virðið á eina milliard krónur. Tað er munurin á at spæla í Premier League og í næstbestu deildini, The Championship.