Cruise-ferðafólk vilja ikki uppliva grindadráp

Reiðaríið Aida Cruises hevur saman við týska Wal- und Delfinschutz -Forum, sum er felagsskapur, ið verjir hval og delfinir, sent løgmanni eitt skriv.

 

 

Í skrivinum verður heitt á Løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, um at syrgja fyri, at einki grindadráp fer fram, meðan ferðamannaskipini hjá Aida, vitja í Klaksvík.

 

 

Skipini skal eftir ætlan liggja í Klaksvík í døgunum 2. og 11. september og við umborð eru nøkur túsund ferðafólk.

 

 

 

- Ferðafólkini og børn teirra eru bangin fyri, at grindadráp skal fara fram, meðan skipið liggur við bryggju, stendur millum annað í skrivinum til løgmann.

 

 

Til ber at lesa alt skrivið her