Cruise-ferðafólkini løgdu 11 milliónir krónur eftir seg

31.000 ferðafólk vóru við teimum 47 skipunum, sum hava vitjað Havnina í ár.

31.000 ferðafólk komu til Havnar við teimum 47 ferðafólkaskipunum, sum hava vitjað Havnina í ár. Afturat teimum koma túsundtals starvsfólk við skipunum.

 

Viking Sea kom á Havnina í morgun og fór avstað aftur seinnapartin og var tað seinasta ferðamannaskipið, sum vitjar Føroyar í ár.

 

Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari á Tórshavnar Havn sigur, at stívliga 31.000 ferðafólk hava verið umborð á hesum 47 skipunum.

 

Í 2015 komu 43.000 ferðafólk á Havnina. Tá komu 63 ferðafólkaskip á Havnina, átta teirra tann dagin, sólarmyrkingin var. Í 2016 vitjaðu 40 skip Havnina við umleið 25.000 ferðafólkum.

 

Ein kanning, sum altjóða fyritøkan G. P. Wild International Ltd gjørdi fyri Tórshavnar Havn í 2015 vísti, at ferðafólkini leggja í miðal 488 krónur eftir seg á landi. Kanningin vísir, at omanfyri 97 prosent av ferðafólkunum umborð á skipunum fara í land og omanfyri 70 prosent keypa eina útferð á landi.

 

Hetta merkir, at tey 31.000 ferðafólkini skaptu ein umsetning á eini 11 milliónir krónur á landi. Sambært kanningini hjá G. P. Wild International svarar tað til 37 ársverk á landi, sum ikki høvdu verið, um ferðafólkini ikki komu.