Crouch bankaði Arsenal

Við trimum málum var Peter Crouch høvuðsmaðurin handan avsmurninginum, sum Arsenal fekk leygardagin í Liverpool.
Tað vóru bert gingnir fimm minuttir, tá ið Crouch var á rætta staðnum. Hann fekk eitt innlegg frá høgru síðu, og frammanfyri málinum sveik hann ikki. Og 10 minuttir fyri steðgin var tað aftur Crouch, ið var hægstur eftir innlegg frá vinstru síðu, og setti høvdið á bóltin. Í seinna hálvleiki økti Daniel Agger til 3-0, áðrenn William Gallas minkaði um munin. Crouch fekk tó seinasta orðið, tá ið hann skoraði til úrslitið 4-1.