Leygardagin 24. mai var annað umfar í cross-kappingini sum áhugafelagið Føroya MC í Havn skipaði fyri við Oyggjarvegin. Átta 4-hjólaðar cross súkklur luttóku í kappingini. Vinnari gjørdist Sofus Jacobsen. Vit hava meira um kappingina í blaðnum í morgin.